AWI 33

Í 2018 framleiddi AWI Boats hendan AWI 33 til Sisimiut. Framleiðslan gekk væl, og tá báturin varð leveraður fekk nýggi eigarin ein bát, ið hann heilt víst fer at fáa stóra gleði av komandi árini. 

Við góðum samskifti við kundan - áðrenn arbeiði byrjar - er møguligt at framleiða ein bát, ið uppfyllir øll tey krøv, ið keyparin ynskir. Í hesum førinum, var ynskiligt at fáa so gott pláss á dekkinum sum møguligt. Tí valdi keyparin standard lastalúkuna (122cm*122cm). Lastin tekur 9 kør á 380 litrar, sum svarar til umleið 2,5 tons av fiski. Verður lastin brúkt uttan kør, kann kapasiteturin økjast til 10 tons. 


Lyklatøl 

Longd:  10,43 m
Breidd 3,75 m
Dýbd: 1,67 m
Max ferð: 10 knob/t
Motor std: 150-250 Hk


FactsheetAWI 33_da_gl.pdf   Download salgsmateriale på dansk og grønlandsk