AWI 39

AWI Boats hevur leverað fleiri AWI 39 bátar til Grønlands. Nýggjasti báturin fór til Grønlands í 2018. 

Tað er ymiskt, hvat útróðrarmaðurin hevur tørv á, tá nýggjur bátur skal keypast. Hvat er mest umráðandi: gott arbeiðspláss á dekkinum, størri last ella betri pláss at búleikast í umborð? Vit ráðgeva og vegleiða keyparan, soleiðis at keyparin fær ein bát, ið gevur eitt gott arbeiðsumhvørvi. 

Teir AWI 39 bátar, ið AWI hevur framleitt til grønlendska marknaðin seinnu árini, eru heilt ella partvís innilokaðir, og passar hendan loysnin sera væl til harðbalda veðrið í Grønlandi. 


Lyklatøl:

Longd: 11,98 m
Breidd: 4 m
Dýbd: 1,67 m
Max ferð: 10 knob/t
Motor std: 185-230 Hk


FactsheetAWI 39_da_gl.pdf   Download salgsmateriale på dansk og grønlandsk