AWI Boats
AWI Boats er elsta og best kenda navnið innan glastrevja bátaframleiðslu í Føroyum. Tað vóru Aðalstein Anthoniussen og Willy Christiansen, sum í 1971 byrjaðu fyritøkuna Vejby Boats í Danmark. Tað var um hetta mundið, at fyrsti AWI 23 glastrevjabáturin bleiv bygdur.
Nøkur ár seinni – í 1981 – stovnaði Aðalstein AWI Boats í Føroyum, við tí endamáli at framleiða og menna ymisk snið av AWI bátum. Síðan byrjanina fyrst í 1970 unum, eru fleiri hundrað AWI bátar framleiddir.
Navnið AWI er samasett av fornøvnunum hjá stovnarunum.Í 1989 fekk AWI boats góðkenningina frá Det norske Veritas av framleiðsluhølunum. Í góðum samstarvi við fisikivinnuna, hevur tað til fulnar eydnast at framleiða glastrevjabátar júst til tørvin og ynski hjá tí einstaka útróðrarmanninum.
AWI bátar eru at síggja í flest øllum norðurlendskum havnum. Flestu bátarnir eru tó í Føroyum og í Grønlandi.
Um ársskiftið 2012-13 keypti Univice, ein maskinverkstaður í Runavík, AWI Boats. Við nýggju eigarunum - Jóhan Henrik Olsen, Jógvan Andrias Debes og Jóan Petur Frederiksberg – verða vælumtóktu útróðrarbátarnir, enn framleiddir til grønlendska marknaðin.