KRISTINA GR-12-306 ILULISSAT

AWI 33 báturin "KRISTINA" bleiv sendur við Eim Skip via Reykjavík frýggjadagin, og verður leveraður eigaranum 05 mai í Nuuk. Aðalstein Anthoniussen verður, vegna AWI Boats, í Nuuk og handar keyparanum, Avanaa Fisheries Aps, bátin. Framleiðslan hevur gingið framúr væl og eru vit sera væl nøgdir við úrslitið. Hetta er fyrsti AWI 33 báturin sum AWI Boats hevur gjørt, eftir at felagið bleiv keypt av Univice.