Fyrsti skrivstovulærlingurin útlærdur

Tann 17. septembur varð Julianna Frederiskberg útlærd sum skrivstovukvinna við sergrein í fyrisiting. 

Hon er okkara fyrsti skrivstovulærlingur, og sostatt tann fyrsta ið hevur lokið skrivstovuprógv hjá Univice. Hon er ein fongur fyri skrivstovuna, og vit fegnast um, at hon framvegis kemur at starvast í felagnum.  

Vit ynskja Julionnu tillukku við útbúgvingini.