Univice søkir eftir lærlingi

Vit bjóða: 
- Eina yrkisútbúgving sum maskin- ella kleinsmiður (lærutíðin er 4 ár).
- Eitt lærupláss við góðum og skipaðum arbeiðsviðurskiftum.
- Eitt fjølbroytt og spennandi lærupláss – við denti á góðari upplæring.

Vit vænta at tú: 
- Ert liðug/ur við 9. ella 10. flokk í fólkaskúlanum ella eina miðnámsútbúgving.
- Hevur áhugað fyri fakinum.
- Ert álítandi og dugir at arbeiða saman við øðrum.

Meira at vita:
Starvið verður sett skjótast gjørligt. Meira fæst at vita við at venda sær til Jóhan Henrik Olsen, stjóra á jho@univice.fo ella á tlf. 218590.  

Felagið: 
Univice var stovnað í 2010 og er ein maskinverkstaður í Runavík. Arbeiðsumráðið hjá Univice spennir víða, eitt nú: 
- Umvæling og nýgerð av skipum og virkjum
- Framleiðsla og umvæling av glasfiburbátum
- Ráðgeving í samband við framleiðsluvirkir
- Framleiðslubúnaður úr rustfríðum stáli

Í løtuni starvast 20 fólk í fyritøkuni. Les meira um felagið á www.univice.fo