
Vit søkja eftir goymslufólki - farloyvisstarv
Vit bjóða:
Vit bjóða tær eitt spennandi og fjølment farloyvisstarv á einum arbeiðsplássi við góðum og skipaðum arbeiðsviðurskiftum, har tú kemur at luttaka í framhaldandi menning av goymsluni.
- Arbeiðið umfatar m.a.
- Innkeyp og sølu
- Goymslustýring
- Vørumóttøku
- Avgreiðslu av bíleggingum
Vit vænta, at tú:
- Hevur útbúgving og/ella royndir innan goymslu
- Kanst arbeiða sjálvstøðugt
- Ert røkin og álítandi
- Skrivar og tosar føroyskt, danskt og enskt
- Hevur góðar telduførleikar
- Klárar at hava ábyrgdina av goymsluni
- Tað er ein fyrimunur um tú kennir telduskipanina Lundin.
Løn og setanartreytir sambært avtalu.
Meira at vita:
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Etly Nord Højgaad, telefon 262750
Umsókn:
Umsókn við prógvi og cv skulu sendast til enh@univice.fo og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 20. novembur 2020.
Felagið:
Univice var stovnað í 2010 og er ein maskinverkstaður í Runavík. Arbeiðsumráðið hjá Univice spennir víða, eitt nú:
- Umvæling og nýgerð av skipum og virkjum
- Framleiðsla og umvæling av glasfiburbátum
- Ráðgeving í samband við framleiðsluvirkir
- Framleiðslubúnaður úr rustfríðum stáli
Goymslan blívur tí ein týðandi partur av virkseminum hjá Univice.