DIS 

Kolveltandi háttur til reinsing innan matvøruframleiðslu.

Íslendska fyritøkan DIS hevur fyri 10 árum síðani uppfunnið eitt evnið til reingerð og disinfisering innan matvøruframleiðslu, sum ikki hevur sæð sín líka. Skipanin er roynd av virkjum og skipum innan fiskivinnuna og aðrar vinnur við framúrskarandi viðmælum.

Evnið, sum er púrasta matvøruvinarligt, verður sproytað sum eitt toka út í rúmið ígjógnum dysur. Skipanin er uppbygd sum ein lufttrýst slanguskipan, sum verður stýrd av einari stýriboks. Hendan tokan festir seg á hvønn microskopiskan partikul og sóttreinsar alt. Fyrimunirnir við skipanini eru nógvir og brúkarirnir siga seg spara munandi, umframt at trygdin er nógv hægri.

DIS loysnin veitir trupuleikaloysn sum eingin fyrr hevur kunnað og sum man hevur hildið var ómøgulig.

Reingerðarevnið er ikki clor baserað, ikki caustic, uttan skaðilig kemikaliðir og er vinarligt mótvegis fólkið og umhvørvið. Vatn og orkunýtslan verður nógv minni við hesum reingerðarháttinum í mun til traditionellu háttirnar.

Hátturin er preventivur soleiðis at DIS Sanitizer leggur ein longrivarandi disinfiserandi film á flaturnar.

Serfrøðingar frá DIS uppseta serskildar loysnir fyri hvønn kunda sær. 

UNIVICE er føroyska umboðið fyri DIS og eru vit júst farnir út á føroyska marknaðin við DIS loysnini.


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=6Qy-8YK0PLg]