
Vit tekna, ráðgeva
og byggja rustfríar
loysnir

Alivinna
Univice AWI hevur drúgvar royndir í framleiðslum og tænastum í Føroyum, og seinnu árini í eitt nú Skotlandi, Norra og Íslandi.
Í Univice tøknismiðjuni verða eginmentar loysnir til landaling framleiddar úr rusfríum o.ø. tilfari, við hollari ráðgeving og sniðgeving úr egnari verkfrøðistovu.
AWI verkstaðið framleiðir alikør úr glasfibri (GRP) og plasti (PP/PE), umframt eykaútgerð til alikørini.

Sjóvinna
Vit hava frá byrjan arbeitt miðvíst fyri at veita skipum við bryggju í Føroyum eina dygdargóða og álítandi tænastu. Vit hava uppstiga verksmiðjur umborð á skipum, umframt at hava gjørt bæði størri og smærri umvælingar á fiskavirkjum.

Vinna á landi
Okkara framleiðsla tænir eitt nú byggifyritøkum, entreprenørum, kommunum og mongum øðrum virkjum.
Vit bjóða kør og tangar úr plasti, eins og framleiðslu í glasfibri, sum verður gjørd í Føroyum. Harumframt projektera, framleiða og uppseta vit loysnir bæði til vinnubygningar og sethús, t.d platformar, transportbond og mangt annað

Projekteraðar
loysnir
Vit kunnu eisini tekna og projektera loysnir til ymisk endamál. Tað kann vera at gera nýggjan útbúnað frá grundini, umvæla og dagføra verandi skipanir, broyta arbeiðsgongdir og framleiðsluútbúnað ella útbyggja verandi loysnir, so tær betri samsvara við tørvin og menningina hjá kundanum. Okkara mál er altíð at finna praktiskar og effektivar loysnir, sum gera arbeiðið lættari og framleiðsluna betri.
Framleiðsluútbúnað úr rustfríum stáli til skip og virkir
Univice varð stovnað í 2010. Fyrstu árini virkaði fyritøkan í leigaðum hølum, har kjarnan í virkseminum varð bygd upp – at veita kundum tryggar og góðar loysnir innan rustfrítt stál til skip og virkir.
Í dag starvast umleið 40 dugnalig starvsfólk hjá Univice. Kjarnuvirksemið er framvegis framleiðsla av rustfríum útbúnaði til skip og virkir, men fyritøkan bjóðar eisini heildarloysnir innan ráðgeving, tekning og projektering. Í tøttum samstarvi við kundar verða loysnir mentar, sum tryggja skilagóðar og effektivar framleiðslulinjur og arbeiðsgongdir – bæði á skipsdekkum, í virkjum og innan aliídnaðin.